Takk Jesus, at tú elskar meg

Orð: Petur Oluf Skorá
Lag: Hvør er tað gott at kenna Gud

1. Takk Jesus, at tú elskar meg,
tú doyði í mítt stað.
Tú gekst tann pínufulla veg
til Golgata hin dag.

2. Mín synd og skuld øll lá á tær –
tú dómin tók á teg,
ja, vreiði Guds teg rámti har,
tí rakar hon ei meg.

3. Áh, Jesus, sál mín prísar tær,
tú stríddi har og vann.
Har ævigt lív tú veitti mær,
í tær eg frelsu fann.

4. Takk, kæri Faðir, at tú gav
tín Son sum loysigjald.
Við krossin fall mín byrði av,
tú oyddi Satans vald.

5. Takk fyri himmalljósið bjart,
takk fyri sálarfrið,
takk, at eg eri barn títt kært.
Tú leiðir meg hvørt stig.

6. Takk fyri hvønn ein syndara,
av náði siga kann:
„Við søta staðið Golgata
eg sálarhvílu fann!“

7. Takk, Jesus, at tú frelsti meg,
tá eg enn ungur var.
Eg ferðist nú á lívsins veg
og gleðist bert í tær.

8. Takk, Jesus, nú eg elski teg,
eg ynski tæna tær.
Tá heim í dýrd tú tekur meg,
tær prísa ævigt har.

FavoriteLoadingGoym tekstin