Takk, Jesus, fyri dópin mín

Orð: Johs. Andr. Næs

1. Takk, Jesus, fyri dópin mín,
tá tú tókst meg í favn,
til faðir gavst mær faðir tín,
mær gavst gudsbarna navn.

2. Hitt illa alt avnokti eg,
títt barn eg vera vil,
ver vegur mín og leið tú meg,
á tí tú best veitst skil!

3. Og tá ið skeiv eg stígi spor
á lívsins hála veg,
takk fyri dýra altarborð,
har vilt tú náða meg!

4. Eg trúgvi á teg Jesus Krist,
tú doyði fyri meg!
Til faðirin vil andin vist
mær vísa frelsuveg.

5. Mín frelsari, títt dýra navn
lat lýsa lívsleið mær!
Mín Jesus, halt meg við tín favn
og hav meg nær at tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin