Takk, Jesus, fyri, tú meg hevur favnað

Orð: Jóhannes Holm Jacobsen
Lag: Ira D. Sankey

1. Takk, Jesus, fyri, tú meg hevur favnað
við tínum náðiríka kærleika!
Og skjótt, so skal eg ævigt hjá tær havna
og syngja betur prís um náðina.

2. Takk, Jesus, fyri, at tú vildi ganga
hin tunga, tronga veg á foldum her
og so til síðst á krossi negldur hanga!
Men sigursróp títt var: Tað fullgjørt er!

3. Takk, Jesus, fyri tína fríu náði
og kærleikan, ið helt tær krossi á!
Ei her á jørð eg nóg nógv takkað fái,
men betri prís í Himli skalt tú fá.

4. Takk, Jesus, fyri, tú meg trygt her leiðir,
inntil eg frelstur foldum fari frá!
Tín, Jesus, æran er og allur heiður,
at eg av náði tær skal búgva hjá!

5. Takk, Jesus, fyri, at á veg eg eri
til staðin, sum av krystal bygdur er!
Og allar ævir tá hjá tær eg veri
og takki betur, enn eg dugdi her.

6. Halleluja eg tá skal glaður syngja,
tá eg við børnum tínum savnast skal
í Himlinum, har eingin sorg skal tyngja,
lovsongurin tá betur ljóða skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin