Takk, kæri Jesus, at Tú frelsti meg

Orð: I. L. Bredesen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Takk, kæri Jesus, at Tú frelsti meg,
tá eg rak um á breiða syndaveg;
:,:Tú fanst meg, dró meg, ja, mítt hjarta vann,
og størri vin mítt hjarta aldri fann!:,:

2. Mín synd, mín skomm, mín straff Tú tók á Teg,
í blóði Lambsins reinsaði Tú meg.
:,:Mítt gamla lív varð broytt og alt varð nýtt,
eitt heilagt ker til Tína æru vígt!:,:

3. Tak yvir lív mítt, fyll meg heilt, o, Guð,
so ei eg lorki burt hin góða lut.
:,:Tak burtur alt, sum ikki ærir Teg,
og gev mær kraft at ganga krossins veg.:,:

4. Um krossur tyngir og her tung gerst leið,
er stríðið svárt og málið hómast ei,
:,:eg veiku hond í Tína leggi trygt,
tá eingin makt frá Tær meg burt fær rykt!:,:

5. Títt frelsuverk mín trúargrund er við,
har við Tín kross fann sál mín sannan frið.
:,:So mangur stormur slær mót hesi grund,
hon svíkur ei, men stóð á royndarstund.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin