Takk, o, Jesus, at við Tær eg her kann liva

Orð: Elin Skårdal
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Takk, o, Jesus, at við Tær eg her kann liva,
takk at Tú til Guð mær opnað hevur veg.
Tú mær gevur Andans kraft til sál og likam,
allan prís og æru vil eg geva Tær.

Niðurlag: Á, hvør náði rík og stór,
at Jesus bert av Himni fór
fyri meg at ganga dómsins tungu leið.
Eg varð keyptur dýrt við blóð,
á, hvør frelsa dýr og góð!
Hann við gleðissmyrsli salvar hjarta mítt.

2. Kæri Jesus, takk at lyftini tey halda,
einki kann nú ríva meg úr Tíni hond.
Tú mær givið hevur meir enn eg kann fata,
eg varð bundin fast til Tín í blóðsins bond.

3. Jesus ikki býr í húsum bygd av hondum,
nei, Hann livir í tí sál, sum á Hann trýr.
Hvør ein synd, hvør sjúka Hann til gleði vendir,
Honum fingin er øll makt á Himni, jørð.

4. Vilt tú taka móti Jesu dýru náði?
Vilt tú kenna, at Hans Navn er undurfult?
Vilt tú kenna Andans eld í tínum hjarta?
Kom og móttak Hann av hjarta heilt og fult!

FavoriteLoadingGoym tekstin