Takk, at tú frelsti meg

Karl Johannesen
Týtt: Karl Johannesen

Takk, at tú frelsti meg,
hvør stórt er tað.
Tú ert mítt eitt og alt,
eg vil prísa tær.
Tú doyði fyri meg,
hvør stórt er tað;
tú tókst mítt bann á teg,
ein syndara sum meg.

Stórur er Gud,
stórur er Gud.
Sannleikin, hann hevur fríað meg,
mín vón er sett á teg.

Náði og miskunn kom,
og fyrigivin eg.
Jesus mín eina vón,
heimsins Frelsari,
vit rópa: „Stóri Gud!“
Komi ríki títt!
Orð títt út loysti meg,
takk, at tú frelsti meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin