Takkarbøn

Orð: Ókendur
Lag: Adrian Valerius
Týtt: Árni av Reyni

Vit biðja teg, Harri, at signa títt fylgi,
tú veitir oss syndugum mátt tín á jørð.
Lat náðisól rísa, veg teim øllum vísa,
ið burtur eru vilst, úr vanda tey før.

Tú leiðir oss, Harri, at lindini reinu,
tú ljósið títt kveikir við himnanna stól.
Um kámt er á vegi, brátt lýsir av degi,
tú breiðir út tín favn og veitir oss skjól.

Vit takka tær, Harri, tú lívgar og grøðir
og verjir í ódnum títt fylgi hvørt stig,
úr fjøtrum og bondum nú loyst av tínum hondum,
tín hjálp er okkum nær, á Gud, veit oss frið.
Veit oss tín frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin