Takkarkvøðan

Orð: Heri Tróndheim
Lag: Fjallarósan

1. Eina takkarkvøðu vit nú senda,
til foreldur, systkin, vinfólk við,
nú vit út frá barnaheimi venda
burt frá tryggu, fjálgu móðurlið.

2. Systkin havi tøkk for løtur blíðar,
tá vit stetlaðu um gólvið runt,
sjálvt um nógv vit grenjaðu til tíðir,
so rann rossatárið ofta runt.

3. Góði pápi, tær vit mugu takka,
fyri okkum stríddist tú og sleit,
ofta troyttur komst tú heim til húsa,
eymliga tú tá til okkum leit.

4. Góða mamma, takk for strev og stríðið,
sum tú offraði til okkum smá,
takk for alt tað, sum tú hevur liðið
undir byrðu sum á herðum lá.

5. Nú vit ætla sjálv at royna byggja,
okkum heim, so fitt og fjálgt og gott,
tankarnir tó heim til tykkum hyggja,
heim til kæra fjálga barnaslott.

6. Havi takk, at tit so væl oss lærdu,
takk for øll góð orð, vit hoyrdu har,
gævi friður má hjá tykkum verða
og hjá tykkum, sum vit hava kær.

FavoriteLoadingGoym tekstin