Eg takki, Gud, tær hvørt eitt bil

Týtt leysliga úr týskum: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: J.A.P. Schulz

1. Eg takki, Gud, tær hvørt eitt bil,
sum barn í jarðarhøllum
eg slapp at vera, vera til
við andliti og øllum.

2. At grasgrøn fjøll mítt eyga sær
á føgrum sólskinsdøgum
og stjørnufjøld, sum speglast fjar
í náttardjúpum høvum.

3. Og hvør ein sjón, ið eygað sær,
fær hjarta mítt at biva.
Eg takki, stóri faðir, tær,
eg loyvi fekk at liva.

FavoriteLoadingGoym tekstin