Tala nú, Harri Jesus

Orð og lag: Leander L. Pickett
Týtt: Jákup Olsen

1. Tala nú, Harri Jesus,
sál mína tala til:
Eg skal tær aldri sleppa,
altíð teg varða vil!
Opna mítt hjarta, Jesus,
rødd tína hoyri tað,
fyll mína sál við gleði,
so hon tær prísar glað!

Niðurlag: Tala nú, Jesus, til mín!
Rødd tín, hon uggar meg:
Eg gjøgnum vøtn teg beri,
login ei sakar teg;
flóðir ei skulu skola
yvir teg nakran dag!
Fest hetta djúpt í hjartað,
so eg ei gloymi tað!

2. Kom okkum nær, áh, Jesus,
tala til fólk títt her,
lær okkum vakja, biðja,
sál vára glaða ger!
Lær okkum tær í hendur
lív várt at leggja trygt,
vera tær her til æru,
liva í tíni frykt!

3. Ber okkum uppi, Jesus,
sum tú í forðum bar,
leið okkum vegir tínar,
ver okkum altíð nær!
Gev okkum tær at tæna,
lær okkum prísa tær,
so at títt navn, áh, Jesus,
ævigan lovsong fær!

FavoriteLoadingGoym tekstin