Tala við Jesus! Jesus teg fatar

Herbert H. BoothVictor Danielsen
Orð og lag: Herbert H. Booth
Týtt: Victor Danielsen

1. Tala við Jesus! Jesus teg fatar,
veit, hvat ið innast í hjartanum býr,
sær, tá ið fíggindin spottar og hatar,
og tá ei vinurin longur tær trýr.

Niðurlag: Tala við Jesus, tala við Jesus!
Hvat er títt ynski, hvat er tín sorg?
Jesus teg elskar; trýrt tú á Jesus,
tá ert tú fjaldur í tryggastu borg.

2. Tala við Jesus! Jesus teg kennir,
hoyrir títt róp og sær tíni tár,
veit, hvussu fíggindin mót tær seg mennir,
sær tína ræðslu, títt stríð, tíni sár.

3. Tala við Jesus! Jesus teg hoyrir,
Jesus veit ráð, hvussu myrkt enn sær út,
Jesus ei óhjálpnan burtur teg koyrir,
hann greiðir fløkjur og loysir hvønn knút.

4. Tala við Jesus! Jesus tær svarar;
hansara hjarta er onga tíð kalt;
sendir hann royndir og freistingar harðar,
ber tað til hann, ikki nakað, men alt!

5. Tala við Jesus! Jesus teg skilir,
hjálpa tær vil hann, og hjálpa hann kann;
alt vil hann greiða, um einki tú dylur,
sannleik í hjartanum elskar jú hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin