Tankar við teim 50

Orð og lag: Björn Afzelius
Týtt: Steintór Rasmussen

Eg náddi væl meir enn eg um hevði droymt
Upplivdi so nógv, at helvtin er gloymt
Mín vinur í dag, á sama stað, aftur einsamur nú
Við grannvaksnum børnum og hálvthundrað ár
Í stovuni prýði minni so klar
Men virði, á nei, hava gullfløgur ei
hjá tí, sum er einsamur er

Tá tað gekk væl, vóru vinirnir har
Jú, rákan av pengum, mong kenna við mær
Harra Guð, tá var veitsla! Eg skilji nóg illa
At eg livi í dag
Onki eg angri, hvørki smátt ella stórt
Og fegin eg vildi alt umaftur gjørt
Og minnini eru sum kenningar
í mínum einsemi nú

Havi passað mitt job ng børn míni, ja
Og vinirnir vita, hvar eg standi i dag
men kærleikin sum ein vanlukka er,
tá ið eg hugsi meg um
Havi oyðslað við kvinnum, varð elskaður høgt
Mína virðing, tær fingu – gávur og røkt
Men ongin av teimum kom til kunnleika um
hvør, ið maðurin er

Nøkur ynskja mítt arbeiði, sum lokkandi er
Har lívið er rómur, sangur og ferð
Men koma ei langt, tí sjálvt stjørnurnar
blikna í roðanum
Og ynskja sær mann, sum javnvág er í
Sum er heimkærur, fjálgur, ger alt við lit
Men sæð hálvan heimin kanst tú ongantið
temjast, besti vinur mín

Eg havi ein dreym, onkur tendrar ta glóð
Sum heldur meg ungan og gevur mær ró
Eg krevji jú alt, men at vingla er tað, ið eg óttist mest
Eg verði ei beiskur, tað er ei mitt lag
Men eg hugsi viðhvørt, vildi kvinnuna sæð
Sum sannar í hesum trygga manni
Streymar kærleiksblóð

Dagur er kølin, heystið er her
Ørandi vakur nú himmalin er
Langt síðani seinast, eg haldi
eg gangi mær ein svalandi túr
Oman í fjøru, siti við møl, lati vindamar lekja sálanna kvøl
Hvør veit, kanska dagar nakað upp til mín úr havinum

FavoriteLoadingGoym tekstin