Tann dag á krossi

Orð: Jákup Justinussen

Jesus, tú veist hvat mær tørvar
Jesus, tú altíð ert hjá mær
Tí tú elskar meg so høgt
At tú doyði fyri meg á Golgata

Jesus, hvørt einasta hár telur tú
Jesus, hvørt orð ið eg sigi hoyrir tú
Hóast bønin tykist veik
Ja, so ert tú her hjá mær og hoyrir meg

Ja, tann dag á krossi tá tú doyði fyri meg
Tá mín synd var strikað
So eg kann sleppa inn í himmalin

Harri, kanst tú meg varðveita
Harri, hjálp mær at líta á teg
Til tann dagin tá tú kemur
So at eg kann sleppa inn í himmalin

Harri, eg biði for familju og vinum
At eg kann vísa teim til tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin