Tann dagin, Jesus frelsti meg

Orð: Theodor Janson
Týtt: Jákup Olsen

1. Tann dagin, Jesus frelsti meg,
tað var so sæl ein stund;
hann syndir mínar tók á seg,
tað var so sæl ein stund.
Hann segði tá: Eg fyri teg
læt lívið, kom og trúgv á meg!
Eg kom og slapp frá byrðini –
tað var so sæl ein stund.

Niðurlag:
Tað var, tað var so sæl ein stund,
tað var, tað var so sæl ein stund;
tá Jesus gav mær hjartafrið,
tað var so sæl ein stund.

2. Eg syngi um hans kærleika
við gleði, tí hann gav
mær frið og tveitti syndina
í djúpa, djúpa hav;
hin lukka ikki metast kann
við nakað, sum á fold eg fann;
og skjótt, so skal eg Jesus sjá
og vera honum hjá.

3. Til hann eg bjóði syndarum
og sigi við teir tá:
Kom, boygg teg fyri Lambinum,
og tú skalt náði fá!
Hans blóð, tað er tær sálarbót;
um tú tí taka vilt ímót,
so fært tú frið við krossins fót –
áh, sæla, sæla stund!

FavoriteLoadingGoym tekstin