Tann dagur, Gud, tú gavst, er liðin

Victor Danielsen
Orð: John Ellerton
Lag: Clement C. Scholefield
Týtt: Victor Danielsen

1. Tann dagur, Gud, tú gavst, er liðin,
og nátt tú sendir okkum nú;
til tín vár morguntøkk er stigin,
vár aftanlovsong eigur tú!

2. Vit takka tær, títt prís ei svevur,
sum jørðin rullar fram sín veg,
hvønn tíma fólk títt tøkk tær gevur,
hvønn tíma tungur æra teg.

3. Sum yvir oyggjar, lond og staðir
ein dagur lýsir nú frá tær,
til tín upp stíga songir glaðir,
og prís og bønir hoyrast har.

4. Tá hvíldartíð er her, tá vakna
í eystri brøður okkara,
at aldri tú, áh, Gud, skalt sakna
ein lovsong fyri náðina!

5. So verði Gud! Tín tróna standi,
um verðin øll enn víkja má!
Títt navn á havi og á landi
av hvørjum munni prís skal fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin