Tann følnaða sóljan

Orð: Poul Klein
Lag: Vísulag (I ærlige brudefolk)
Viðmerking: Yrktur við Gjógv í septembermánaða í 1901.

1. Eg gekk mær ein dagin á bøin út
við brýndum líggja í hendi.
Eg steðgaði har, ein sólja stóð
mín hugur sær brádliga vendi
til hann, sum birtir lív í alt,
og uttan hvørs varma alt er kalt.
Tá hoyrdi eg sólju tala:

2. “Í mai og juni eg føgur var,
og bløð míni út eg breiddi,
og sólin vermdi tann langa dag
og døgg um nátt útspreiddi;
eg gleddist við alt, ið um meg var,
mín hugur reikaði fjart og nær,
eg kendi ta romu gleði.

3. Men dagarnir gingu, eg gomul varð,
og nú eru bløðini følnað;
og veðrið harðnaði við og við,
og náttin tók til at kólna;
men stelkurin hann er frískur enn,
eg felli fyri líggjanum, ja, men
rótin, hon verður tann sama”.

4. – Altvaldandi faðir, eg biði teg,
statt tú mær altíð við liðu,
ta stund, eg eri á foldini,
so bønliga eg teg biði,
hjálp tú, at hjartarótin mín
má vera frísk, so eg eri tín
og óttist ei líggjamannin.

FavoriteLoadingGoym tekstin