Tann Gud, sum í upphavi grundvøllin legði

Orð: Hanus M. Hansen
Lag: Fólkalag (Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið)

1. Tann Gud, sum í upphavi grundvøllin legði
úr moldini myndaði livandi sál.
Tá Ádam við lið sína kvinnuna hevði,
við skapanarverki var komið á mál.

2. Hvønn livandi skapning, hvør stjørna, hvør vera,
og sólin, og mánin, ja, dagur og nátt,
úr ongum hann skapti – til einkis skal gera.
Hvør skilir hans vísdóm, hvør kennir hans mátt?

3. Við Skaparans vilja er lív várt so háttað,
at maður til kvinnuna finnur sær leið.
Á hátíðarløtu tey trúskap sín vátta
– sum maður og kona tá byrja sítt skeið.

4. Tá Ábram á sinni sín tænara sendi,
við kelduna stóð hann, tá sól fór í kav,
men árla á morgni hann heim aftur vendi
– Rebekka var troystin, Gud Ísaki gav.

5. Í Hásongi vakra vit brúðrina finna,
men kærleikans vegur óskiljandi er.
„Sig, hvat er tín vinur, tú vakrasta kvinna?“
„Mín vinur er søtur, av túsund hann ber.“

6. Her brúður og brúðgómi vilja vit fagna
í ungdómsins blóma, av vilja so sterk.
Við framtíðarvónum – tó ókend er lagna.
Gud kraft tykkum gevi og ídni til verk.

7. Tá signing og gleði skal leið tykkar’ fylgja,
um stundum á ferðini tit gerast móð.
Um slættur er sjógvur – um hóttandi bylgja
– hann skjól tykkum veri og verndarborg góð.

FavoriteLoadingGoym tekstin