Tann Harri Jesus mín hirði er

Orð: Marius Absalonsen
Lag: Wilhelm Theodor Söderberg

1. Tann Harri Jesus mín hirði er,
mín hirði er,
mín hirði er;
sín seyð hann aftur á herðum ber,
tá burt av haga teir fara.
Og alt, mær tørvar, hann gevur mær,
tær fríðu fløtur og dalar, har
ið keldan rennur, og hann er nær –
og hann skal fullvæl meg varða.

2. Við lívsins vatni hann leskar meg,
hann leskar meg,
hann leskar meg;
hann leiddi meg inn á rættferðveg
og alt mítt besta vil gera.
Eg ræðist ei, um eg fara skal
ígjøgnum deyðans hin dapra dal;
tí hann er við mær, eg veit tað væl,
og troyst hans lyfti mær bera.

3. Og borðreitt hevur hann fyri mær,
ja, fyri mær,
ja, fyri mær;
hvønn fígginda hann til jarðar slær,
hann hevur krýnt meg við náði.
Og steyp mítt ov fult við gleði er,
bert gott og miskunn mær fylgir her;
og ferð mín heim til hans Himmal ber,
og har ein bústað eg fái.

FavoriteLoadingGoym tekstin