Tann heimur, Harrin skapað hevur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 22. oktober 2008.

Tann heimur, Harrin skapað hevur,
so undursamur er at sjá.
Hann lív og føðslu okkum gevur
ta tíð, vit eru foldum á.
Eitt fagurt land oss fall í lut,
lov, tøkk tær veri, góði Gud!

Vit nakin her í heimin komu,
og nakin fara vit her frá.
Tí eru kor vár øll tey somu
– í sama báti stór og smá.
Guds gáva er alt góðs og fæ
at umsita til Harrans dag.

Til láns vit henda heimin fingu
at røkja væl várt dagatal
frá teimum, sum her undan gingu,
ið ruddu rás og veltu dal.
Ta minstu urt sum størsta hval
í trúskapi at røkta væl.

Við sorg og sút vit mega sanna,
at skaparverkið misrøkt var.
Nú vísmenn jarðarknøttin kanna,
tí tekin síggjast víða hvar,
at heimur tann, sum Gud oss gav,
er dálkað land og luft og hav.

Í iðran vit tí til tín leita:
Gud, fyrigev tú misbrot vár,
at miskunn tú vilt okkum veita,
og grøð tú heimsins ólívssár,
so øll tey nýggju ættarlið
her kunnu liva, mennast við.

FavoriteLoadingGoym tekstin