Tann, í skjóli hins hægsta er

Orð og lag: Jørgen P. Santon
Týtt: Victor Danielsen

1. Tann, í skjóli hins hægsta er,
har hini signaðu hvíla,
býr í skugga hins alvalda,
um náttarstormarnir ýla,
sál mín hevur við Harran sagt:
Bústaður mín og mín borg,
kletturin, ið eg líti á
og kastaði á mína sorg!

2. Sál hins einsliga frelsir hann
út úr freistarans gørnum,
hvørja snerru hann slíta skal,
sum er ætlað hans børnum;
verja tín er, at Gud er nær,
ódnin ei náa tær kann,
undir hans veingjum finnur tú lívd,
tín brynja, tín skjøldur er hann.

3. Pestur sníkir í myrkri seg fram,
sóttin á deginum flýgur,
ræðslan herjar tey túsund heim,
mansættin suffar og líður;
kríggið drívur á reyðan hest,
deyðin í hølunum er –
still, áh, mín sál, tað skal ei ná
tín friðfulla bústað her!

4. Tú í skjóli hins hægsta ert;
hann hevur mátt, hevur megi,
aldri, aldri hann sleppir tær,
hvørki á nátt ella degi;
falla túsund enn runt um teg,
tætt hjá tær tíggju ferð tað,
Harrin, hann senda skal eingil sín
at verja teg á tínum stað.

5. Villdýr, sjúkdómur hótta teg,
havið og bylgjurnar brúsa;
tú ert vardur av armi tí,
sum kann hvønn fígginda knúsa.
Áðrenn vreiðinnar mál er fult,
tekur hann dúvuna heim,
inn um portrini skínandi,
til æviga gleði og gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin