Tann kærleiki Guð hevur víst

Orð: Stuart Townsend
Týtt: Jákup á Dalinum

1. Tann kærleiki Gud hevur víst,
hin størsti eg kann fáa.
Til jarðar sendi sonin sín
Hann syndara vil náa.
Gud faðir sá sín egna son
í pínu – synd at bera.
Frá honum vendir andlit, tá
mín synd skal goldin verða.

2. Sí mannin har á krossinum
við tornakrúnu hongur.
Eg skammist, hoyri sjálvan meg:
“Krossfest hann, himna kongur!”
Mín synd, Gud hongdi uppá træ,
har hann í pínu bløddi.
Fullgjørt, tað orðið lív mær gav,
mær syndasár hann grøddi.

3. Hvat havi eg at reypa av –
mín góðska, alt mítt egna?
Nei, Jesus er mín stoltleiki,
bert Hann kann frelsu megna.
Guds kærleika eg undrist á,
við veldi hann nú boðar:
“Mín sonur vann tær rættvísi,
teg syndara hann náðar!”

FavoriteLoadingGoym tekstin