Tann kærleiki, hann til mín bar

Victor Danielsen
Orð og lag: Jane E. Hall
Týtt: Victor Danielsen

1. Tann kærleiki, hann til mín bar,
at líða so á trænum har,
tí eg fortaptur, dømdur var,
er meir, enn sigast kann.

Niðurlag: Ja, tað er meir, enn sigast kann,
ja, tað er meir, enn sigast kann,
tann kærleiki, hann til mín bar,
er meir, enn sigast kann!

2. Tann sorg, ið hvíldi honum á,
tann byrði, á hans hjarta lá,
at sál mín skuldi lívið fá,
er meir, enn sigast kann.

3. Hvønn frið, tú hjarta mínum bert,
hvør vinur, Harri, tú mær ert,
ja, hvat títt dýra blóð er vert,
er meir, enn sigast kann.

4. Tann gleði, ið hann ber við sær,
tann hvíld, ið er, har hann er nær,
tann vón, hann hevur givið mær,
er meir, enn sigast kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin