Tann kærleiki, sum Jesus til mín bar

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: John R. Sweney
Týtt: Petur William Háberg

1. Tann kærleiki, sum Jesus til mín bar,
gerst dýrari, sum tíðin fer,
og vissan um ein bústað uppi har
gerst sterkari, sum tíðin fer.

Niðurlag:
Vit syngja honum lov og prís,
við songi hvør tími fyltur er,
og songurin um Frelsaran
gerst fagrari, sum tíðin fer!

2. Tað ljós, ið skínur mínum Harra frá,
gerst bjartari, sum tíðin fer,
og longsilin, hans eyma smíl at sjá
gerst heitari, sum tíðin fer.

3. Tað akker, sum hans orð í stormi er,
gerst tryggari, sum tíðin fer;
tann friður, sum ein stund hjá honum ber,
gerst djúpari, sum tíðin fer.

4. Tann vón, at skjótt hann aftur koma skal,
gerst ríkari, sum tíðin fer;
at fara heim til frið, til song og spæl –
har aldri, aldri tíðin fer!

Niðurlag:
Vit syngja honum lov og pris,
við songi hvør tími fyltur er,
og songurin um Frelsaran
gerst fagrastur, har tíð ei fer!

FavoriteLoadingGoym tekstin