Tann náðin í Guds hjarta

Victor Danielsen
Orð: Carl Olof Rosenius
Lag: Samuel S. Wesley
Týtt: Victor Danielsen

1. Tann náðin í Guds hjarta,
sum Jesus keypti mær,
tá deyðans myrkur svarta
á krossinum hann bar,
er grundin, sum eg byggi
nú alt mítt álit á,
við krossin fjaldur liggi,
um stormur brúsa má.

2. Í kenslum og í tárum
eg gleddist manga stund,
í ódn á vreiðum bárum
var tað tó ótrygg grund;
eg hvíldi, tá eg kendi,
mín sál var løtt og glað,
tá stríðið aftur vendi,
fór alt mítt mót avstað.

3. Tá sál mín boygd var blivin,
læt Gud meg síggja fá,
at betri grund var givin
til mín at byggja á:
Tann náðin í Guds hjarta,
sum Jesus keypti mær,
tá deyðans myrkur svarta
á krossinum hann bar.

4. Víst má eg mangan læra
hitt sama enn um meg,
at frið eg eigi bara,
tá eygað sær á teg;
frá tí mín sál ei víkur:
Tú, Gud, umskiftist ei,
um hjarta mítt enn svíkur
og mangan sigur nei.

FavoriteLoadingGoym tekstin