Tann seinasti

Orð og lag: Steintór Rasmussen

So nógv orð eg ikki hevði
Tað eg vildi men ei segði
Tín tilvera vil svara øllum iva
Um at vera til ella liva

Tað vakra og tað góða sum eg goymi
At vera hjá tí einastu eini
Í tíni verð har alt kundi henda
Í lívinum til alt fær ein enda

Um sangurin var mín einasti
Og møguleikin mín seinasti
At ogna tær úr hjartanum eitt lag
Við tónum ljósum og fangandi
og blómur frískum og angandi
Tað einasta er kærleikin í dag

Í lívinum er vón men ongin vissa
Um tú eigur alt er alt at missa
Tú sveimar yvir gleði og pínu
Í dansinum á kærleikans línu

So mangan við kenslunum drálaði
gævi við penslinum málaði
Ta djúpastu vakrastu heitastu mynd til tín
Hoyrir tú spælandi streingirnar
hoyrir tú talandi sangirnar
Tú ert elskaða mín

Við dreyminum ivandi reikandi
Í streyminum livandi leikandi
eitt tíðarhav har hjartað slær
Tín dagur vil liva í minninum
Tað sum er skrivað í sinninum
At tú ert sangurin í mær

FavoriteLoadingGoym tekstin