Tann stóri meistarin kemur

Orð: Bernhard Severin Ingemann
Lag 1: Johan Peter Emilius Hartmann
Lag 2: C.C. Hoffmann
Týtt: Marius Absalonsen
Upprunaheiti: Den store mester kommer

1. Tann stóri meistarin kemur,
hann birtist við kærleiksbrá.
Hann situr við bræðiovnin
og silvurið skærar svá.

2. Tann sæla stund, hann væntar
og tráar eftir so sárt,
hon er, tá hans egna ímynd
í silvuri speglast klárt.

3. Tann mikli meistari kemur,
hann bræðir sál og sinn,
hann situr við hjartagluggan
og sær í sálina inn.

4. Og hevur í hjartans dýpi
sítt bílæti klárt hann sæð,
tá frøist meistarin mikli,
at verkið kom væl í lag.

FavoriteLoadingGoym tekstin