Tann, sum á Guds einborna Son trúgva vil

Orð: Elisha A. Hoffman
Lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Tann, sum á Guds einborna Son trúgva vil
og kross hans og deyða vil halla sær til,
ein fullkomin frelsa er tilgjørd til hann,
og heilt og óbroytandi reinsast hann kann.

Niðurlag:
Tín Frelsari kallar og bankar í dag,
lat upp nú tí, sál, svara kallinum ja!
Tær fulla og æviga frelsu hann vann,
og heilt og óbroytandi reinsa hann kann.

2. Tann, sum bert í trúgv fer til Frelsarans fót
og søkir í blóðinum frelsu og bót,
skal síggja, at ævigt hann reinsaður er
og eigur tann frið, sum ei frá honum fer.

3. Tann, sum søkir reinsan í hjarta og sinn
og svarar, tá Frelsarin bankar: Kom inn!
Skal fullkomna frelsu og æviga fá,
so dómur og vreiði hann aldri skal ná.

4. Og tú, sum tín klædning har tváaðan fekk,
hjá Lambinum tí, sum á Golgata hekk,
far út til tey mongu í synd og í neyð,
ber orðið um fullkomna frelsu til tey!

FavoriteLoadingGoym tekstin