Tann, sum Harran Gud vil søkja

Orð: Jóan Magnus Rasmussen
Lag: William Howard Doane

1. Tann, sum Harran Gud vil søkja,
trúgva má, at hann er til,
og at tá vit til hann biðja,
bønunum hann svara vil.
Hann, sum gevur øllum gjarna,
brigslar ikki – gevur bert.
Omanífrá er øll góð gáva,
alt tað, sum er nakað vert.

2. Faðir tín, sum sær í loyndum,
geva vil tær stóra løn.
Orðið gevur fulla vissu
um, at Gud, hann hoyrir bøn:
„Um tú veitst, at hann teg hoyrir,
at hann svarar bønunum,
ja, tá veitst tú, at tú hevur
tað, tú hevur biðið um.“

3. Jesus segði: „Bið tú altíð,
troyttast ei, fall ei í fátt!“
Sig tí honum tíni ynski,
ger tað bæði dag og nátt,
so skal friður Guds, sum stígur
upp um vit títt, læra teg,
at títt hjarta og tín hugsan
varðveitt er í Kristusi.

FavoriteLoadingGoym tekstin