Tann verøld vit við eygum skoða

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 16. apríl 2007.

Tann verøld vit við eygum skoða,
hon tærist burt av tíðartonn,
sjálvt náttúran kann okkum boða,
at Guds orð eru ævig sonn.
Forgongiligt alt samalt er,
sum sjónligt er í hesi verð.

Vit síggja, hvussu skjótt tað rennur
sum áarstreymur lívsins skeið,
og ein og hvør tað á sær kennir,
at tilmáld er vár floldarleið,
ein vesal tjaldbúð er tað híð,
sum okkar likam klætt er í.

Várt vit og skil kann tí bert síggja,
alt enda gravarbakka á,
men mikla páskamorgun nýggja
kann trúgvin tó í spegli sjá,
hon lítur á sín upphavsmann,
vár Jesus, sum á deyða vann.

Ósjónligt, ævigt er Guds ríki,
tað manna millum festir búgv,
í óforgongiligum líki
tað tekkist bert við páskatrúgv,
tí handan deyðans kalda blund
sær trúgvin miklu páskastund.

Eg livi, og tit skulu liva!
Ta heilsan Jesus okkum ber.
Hon reki burtur vantrúgv, iva,
Tí Kristus, hann upprisini er.
Og einaferð hans veldisrødd
skal reisa upp øll endurfødd.

Tá skal Guds ríki sjónligt vera,
har Jesus savnar síni øll,
tá sigurspálmar børn hans bera
í himmiríkis høgu høll,
hátt lovsangur har ljóða skal
til lambið, ið alt gjørdi væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin