Tann vinurin kæri

Orð og lag: Harry Birtilíð

Tann vinurin kæri, hon elskar meg ei,
sum brádliga meg mundi gloyma,
um aldri á jørð eg hana síggja skal meir,
nei, aldri eg elska vil fleir.

Eg trúði hon elskaði meg yvir alt,
og dreymanna borgir eg bygdi.
Fyri hana mítt hjarta eg ofraði alt,
men nú hennar hjarta er kalt.

Nei, aldri ein onnur mítt hjarta kann fá;
eg aldri kann elska eina aðra,
neim aldri eina aðra eg líta kann á,
tað besta er tikið mær frá.

Og tú nú vil eg søkja tað brúsandi hav,
mín kærleika til tín at sløkkja.
Og vóna eg vil, at tað verður mín grøv,
tí her vil eg siga farvæl.

Farvæl, tú mín elskaða genta, farvæl,
eg elski teg líka til deyðan.
Vit møtast tó aftur í Guds himnasal,
mín elskaða genta farvæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin