Tár ei kunnu frelsa

Robert LowryVictor Danielsen
Orð og lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Tár ei kunnu frelsa;
um so grátur altíð rann,
hjartað ongan frið tó fann,
grátur ongum hjálpa kann;
tár ei kunnu frelsa.

Niðurlag: Kristus hevur ofrað seg,
Kristus doyði fyri teg,
hann kann frelsa teg og meg;
eina hann kann frelsa.

2. Gerðir ongan frelsa;
alt, ið maður gera kann,
kann tó ikki frelsa hann,
so hann heim í Himli vann;
gerðir ongan frelsa.

3. Tráan kann ei frelsa;
um tær leingist dag um dag,
til teg deyðin ber avstað,
sálina ei frelsir tað;
Tráan kann ei frelsa.

4. Trúgv á Krist kann frelsa,
gjørt er alt, ið gerast kann,
Jesus okkum friðin vann,
alla vára skuld galt hann;
trúgv á Krist kann frelsa.

FavoriteLoadingGoym tekstin