Teg vil eg elska, tú mín styrki

Orð: Johann A. Scheffler
Lag: Johann B. König
Týtt: Victor Danielsen

1. Teg vil eg elska, tú mín styrki!
Tú gevur frið, og tú gert ljóst;
tær tæna skal mítt lív, mítt yrki,
hvør trá, ið fyllir hetta bróst;
teg vil eg elska, Harri mín,
sum kallaði meg tín!

2. Teg vil eg elska; lív tú vart mær
og førdi meg á lívsins leið;
teg vil eg elska, ljós tú bart mær,
sum allar ævir sløknar ei;
teg vil eg elska, tí títt blóð
meg frelsti, keldan góð.

3. So leingi eg teg ikki kendi;
tó var eg altíð kærur tær;
tú Anda tín í bróst mítt sendi,
tá sá eg, havnin var mær nær;
tí lívd og friður er at fá
við tær at vera hjá.

4. Ja, barnið kom av villum vegi,
kom heim, ein sál, so tyngd og móð,
sum her á lívsins summardegi
var drigin burt, men kendi tó,
at bert hjá tær, tú fasta borg,
kann stillast hjartans sorg.

5. Teg vil eg elska og tilbiðja,
mín Frelsara, mín vin, mín Gud!
Hvat tínir fíggindar enn siga,
og hvat mær falla skal í lut –
teg vil eg elska, Harri mín,
sum kallaði meg tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin