Teir droymdu víst ikki um vanda

Orð: Kate Harrington
Lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Teir droymdu víst ikki um vanda, teir menn,
sum smíðaðu ørkina, nei!
Tó Nóa, hann fyri teim vitnaði enn,
teir spottaðu, trúðu tí ei;
men árla og síðla tó kallaði hann:
Til dóms búgvin heimurin er.
Ei drálið, tí hvør, sum bert vil tað, hann kann
eitt skýli enn leita sær her!

Niðurlag: Kom, syndari, kom!
Í ørkini frelsa bert er;
rúm er har til hvønn, sum til Gud vendir um,
men drála ei, skjótur nú ver!

2. Teir vildu tó als ikki hoyra hans orð,
teir elskaðu vinning og heim;
alt varð, sum tað var, inntil hann fór umborð,
og vatnsflóðin tá náddi teim.
Í angist og vónloysi róptu teir tá,
hvat hjálpti nú øll henda verð!
Og ørkin, har flýtur hon vøtnunum á
við frelsu – men stongd nú hon er.

3. So, vinur, áh, hoyr tó ta varandi rødd,
sum kallar teg og býður tær!
Og hvussu tín sál so er bundin og stødd,
í dag er tó náðin tær nær;
áh, ger nú tó ikki, sum teir gjørdu fyrr –
hvør mong gera enn ikki tað!
Tey venda sær burt, steingja hjarta og dyr
og eru fortapt so ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin