Teir níggju og níti kendu seg

Orð: Elizabeth C. Clephane
Lag: Ira D. Sankey, William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Teir níggju og níti kendu seg
í oyðimørk liva væl;
teir hildu seg ganga beinan veg,
seg taldu í hirðans tal.
Tó, ein var seyðurin fjøllum á,
:,: sum hjarta hans longdist heim at fá. :,:

2. Sig, hirði, kennir tú hesi øll?
Men hvat fáa vit til svar!
Hann peikar niðan á myrku fjøll:
Hin burtvilsti gongur har!
Hann er tað, eg hava heim nú vil,
:,: hann er tað, mítt hjarta stendur til. :,:

3. Men eingin av hinum frelstu veit,
hvør døpur tann leiðin var,
tá náttin køvdi, og kuldin beit,
og ísurin fótin skar,
men hirðin hin vilsta seyðin fann;
:,: frá upphavi hevði hann elskað hann. :,:

4. Hví flýtur slíkt blóð á tíni leið,
áh, hví er tín gøta reyð?
Meg sjálvan kundi eg spara ei
at frelsa mín vilsta seyð! –
Tí hevur hans hond tey djúpu sár,
:,: tí runnu á kinnini sorgartár. :,:

5. Men tá hann at enda seyðin fann
og heim hann á herðum bar,
tá hoyrdist í Himli songur tann,
ið brimduna líkur var;
tað ljómaði hátt um ljósins stað,
:,: tá einglar sungu eitt fagnaðarlag. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin