Teir sigla um havið so víða

Orð: Nicolina Jacobsen
Lag: Magnus Samuelsen

Teir sigla so mangan har úti,
har ið stormurin ýlandi fer;
og brátt kann hann knúsa tað skútu
sum yvir havið teir bar manga ferð.

Vit, á land eru, ei munnu vita
um alt stríðið teir hava umborð.
Men vit áttu teim tøkk at framflyta,
tí teir hava tey trongastu kor.

Niðurlag: Teir sigla um havið so víða,
teir sigla í eyst og í vest,
teir vita at heima tey bíða,
og at heima hjá teimum er best.

Tá ið ódnin hon herjaði havið,
Tá í vónbrot mangt tárið tað rann.
Men tá sól aftur steig upp úr kavi
Tá var gleði, tí heim hann vann.

Teir sigla um havið so víða,
teir sigla í ódn sum í logn.
Og á stong veitrar flaggið tað fríða
sum er ein teirra dýrasta ogn.

FavoriteLoadingGoym tekstin