Teir vísu menn av eysturleið

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: August Winding

1. Teir vísu menn av eysturleið
til sálarbót at vinna,
tá stjørnan sást, teir dvøldu ei
nýføddan kong at finna.
Teir ofra roykilsi og gull.
Tá fingu hjørtu longsilsfull
tann frið, sum ei kann svinna.

2. Milliónir enn um heimsins lond
í neyð og ræðslu stríða,
ei hoyrdu um Guðs mildu hond,
ei kenna Krist hin blíða,
sum býður øllum til sítt borð,
sum mælti hini miklu orð:
«Far út um heimin víða!»

3. «Til hvørja tjóð at boða frið
eg tykkum út vil senda
og sjálvur fylgja tykkum við
hvønn dag til heimsins enda!»
Tað lyfti er so dýrt og stórt.
Hví er tá enn so lítið gjørt
tey heidnu at umvenda!

4. Gav Guð mær ei tað høga kall
hans boð um lond at bera,
tað lítla, sum í lut mær fall,
eg eigi væl at gera,
við bøn og verki styðja tey,
sum gjøgnum stríð og svára neyð
Guðs vitni vilja vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin