Tel upp í eitt

Orð og lag: Ókendur

1. Tel upp í eitt
og tel upp í tvey.
Maður og kona, tey
hvurvu um heyg.

2. Tel upp í trý
og fýra er lætt.
Eg havi enn einki
frá teimum frætt.

3. Tel upp í fimm
og tel upp í seks.
Hann var eitt trøll,
og hon sjálv var ein heks.

4. Tel upp í sjey
og átta – mín sann.
Heksin hon fekk sær
ein risa til mann.

5. So halgatrý
og so halgasjey.
Einsamalt trøllið
kom aftur um heyg.

FavoriteLoadingGoym tekstin