Ternan

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (Skal nu vort venskab ende få)

1. Tað var ein fagran summardag,
ein ternubøga var so glað,
hon átti lítlar pisur tvær,
og fegin teimum føði bar.

2. Hon leitaði á sjógvin burt
og stoytti sær og fekk ein murt
og vendi heim, men vardi ei,
at maður lúrdi har um leið.

3. So sum hon fleyg, ein byrsa brast,
tað sveið í kjósini so fast,
úr brotnum beini blóðið rann,
í andaleypi heim hon vann.

4. So sára lítil pisa læt:
“O, mamma, mamma, gev mær mat,
vit eru kaldar, svangar við,
hví vermir okkum ei tín lið?”

5. “Hví ert tú køld, hví ert tú vát?
O, móðir, hoyr vár tunga grát,
hví ert tú stív, hví ert tú reyð?
O, hoyr, vit rópa hart av neyð.”

6. Tær dugdu ei at skyna á,
at deyð hon var. Tær neyðar smá!
Í hungri doyðu báðar tvær.
O, betri eingin byrsa var.

FavoriteLoadingGoym tekstin