Tess nærri, mítt lívslok nærkast mær

Orð: Jesse P. Tompkins
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: The nearer, the sweater

1. Tess nærri, mítt lívslok nærkast mær,
tess bjartari heimið er.
Mær leingist at síggja staðin tann,
sum fagrasta navnið ber.

Niðurlag: Heim, heim, himmalska heim,
undurfult verður har.
Sum dagurin nærkast, verður tú
alt dýrari fyri mær.

2. Tess meiri, mítt likam viknar her,
tess størri gerst vónin mær.
Tá kvøldskuggin fellur, eyga mítt
hitt æviga ljósið sær.

3. Tess nærri, eg komi lívsins strond,
tess fjálgari lotið er,
og nærri eg komi lívsins á,
tess vakrari skin hon ber.

4. Tess nærri, eg síggi Morgunland,
tess bjartari ljósið er.
Tá lívsskeið er lokið, Jesus meg
um portrini gyltu ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin