Tey bóru børn til Jesus

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur í 1972.

Tey bóru børn til Jesus,
har knýttust kærleiksbond,
á høvur teirra legðist
vælsignandi hans hond.

Hann heitti á sín Faðir
um hjálp at veita teim
og leiða tey til Himmals,
tí har var teirra heim.

“Lat smábørn koma til mín,
mítt ríki teirra er,
eg eri teirra vinur!”
hann enn ta heilsan ber.

Eitt sinn eg við varð borin
í Jesu egna favn,
tað var á dópsins degi
eg fekk mítt kristna navn.

Í Himmiríki binda
meg Jesu bønarbond,
og hagar Gud meg leiðir
við síni almátshond.

FavoriteLoadingGoym tekstin