Tey dansa eins og skuggar

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe
Viðmerking: Yrktur til songkapping hjá Føroyadeildini hjá Amnesti International. Førdur fram ST-dagin 1990.
Íslendsk týðing

1. Tey dansa eins og skuggar
ímóti køldum múrum,
tey syngja eins og fuglar
fjøtraðir í búrum,
tey rópa út í myrkrið
um rættindi og grið,
tey bøna hesar veggir
um lív og amnesti

2. Tí tykkar sangir liva
í børnum og í einkjum
og tykkar sterku vónir
í sveitta og í leinkjum,
frítt at kunna tala,
frítt at taka lut,
frítt at kunna skapa
og velja sær sín Gud.

3. Døtur skulu dansa
sorgina til gleði,
synir skulu syngja
máttloysi til megi.
Hvat annað kann eg gera
enn krevja amnesti,
tú ert ein alheims fangi,
og tær eg fylgi við.

FavoriteLoadingGoym tekstin