Tey dýru lyfti, ið Harrin gav mær

Orð og lag: Nathanael Cronsioe
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Tey dýru lyfti, ið Harrin gav mær,
mítt hjarta fyltu við gleði, ró.
Sum bjartar stjørnur á leið tey lýstu,
har, sum eg einaferð í myrkri stóð.
Tá skuggar falla, tá sól fer undir,
Guds ríku lyfti tó síggi eg.
Til Gud, mín Faðir, eg stillur biði,
og altíð svar hans mær vísir veg.

2. Um stundum ivi Guds nærleik’ fjalir,
og um á leið mína koma skýggj,
skal náðisólin tó aldri sløkna,
brátt vísir hon seg aftur bjørt og nýggj.
Ei vil eg vraka Guds dýru lyfti,
tey djúpt í hjartanum festu búgv,
og um enn himmal og jørð forganga,
skal eg tó sanna: Tey royndust trúgv.

3. Um alt enn broytist, ei vil eg óttast,
tí í Guds lyftum eg eigi lut.
Ja, hvat enn hendir, alt er til besta
hjá tí, sum heilt og fult seg leit á Gud.
Í myrkum tímum, í ljósum stundum,
hann støðugt varðveitir mína sál.
Eg veit, at Harrin kann gera undur,
so óskatt barn hans skal náa mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin