Tey fyrstu hjún, vár Guð, tín hond

Orð: Birgitte C. Boye
Týtt: Jákup Dahl

Tey fyrstu hjún, vár Guð, tín hond
hon saman leiddi, trygdarbond
hon bant, tey sterku, kæru.
Ver tú í náði her hjá teim,
sum saman vilja byggja heim,
at tað er tær til æru.
Gev frið, ver við
allar dagar,
tungar, glaðar,
so tey læra
hvørt við øðrum alt at bera.

FavoriteLoadingGoym tekstin