Tey jólini fyrstu var dýrmett at sjá

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Björgvin Jörgensson
Lag: frá Finn Viderø (franskt?)
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur leysliga í 2006. 

Tey jólini fyrstu var dýrmett at sjá,
har nýfødda barnið í krubbuni lá.
Tá sveimaðu einglar úr himlinum hans,
tí nú var hann føddur í líkleika mans.

Teir sungu um Jesus, ið vorðin var hold,
Um Faðirsins tokka og frið hans á fold.
Og fagnandi hirðar tá fløtunum frá,
teir tilbóðu barnið í krubbuni lá.

Eg biði teg, Drottin, at dvølja mær hjá,
at dýrd tína sælu eg fái at sjá.
O, signaði Jesus, gev børn tíni øll,
tey bústaðin fáa í himmalsins høll.

FavoriteLoadingGoym tekstin