Tey mongu nøvn, Gud ber

Isaac Watts
Orð: Isaac Watts
Lag: John Darwall
Týtt: Líggjas á Váli

1. Tey mongu nøvn, Gud ber
ígjøgnum alt sítt orð,
um vísdóm, kærleik, mátt,
alt ber á sama borð:
At dýrdargera navn hans her,
tað navnið, sum av øllum ber.

2. Profetur Guds ert tú,
mín tunga prísi tær,
tú gleðiboðskapin
um frelsu higar bar,
tey dýru tíðindi so góð
um frið ígjøgnum Jesu blóð.

3. Sum Høvuðsprestur tú
í halgidómin fór,
gav egna blóð títt har,
áh, endurloysing stór!
Tað gevur særdum sálum frið,
tað verkið Gud er nøgdur við.

4. Eg elski Hirðans rødd,
hans eyga fylgir mær.
Hann kennir meg eins væl
og fylgið alt hjá sær.
Hann fylgir mær á hesi ferð,
og meg á herðunum hann ber.

5. Mín Frelsari, mín Gud,
mín Harri, Kongur mín,
tilbiðjan, heiður, dýrd
og æran veri tín.
Um náði tína syngi eg,
mín Gud, sum endurloysti meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin