Tey siga, lívið er váðaferð

Orð: H. Rørdam
Týtt: Elsa Bærentsen

1. Tey siga, lívið er váðaferð,
um havsins dýpið er mangur vandi,
og óvist er tað, um leiðin ber
heim til tað himmalska landið.

2. Jú, stríða mugu vit mangan hart,
vit køva mugu mangt grimdarælið,
og sólin skínur ei hvønn dag bjart
og styðjar sangin og spælið.

3. Og smátt tað gongur, eg veit fullvæl,
at myrkum æli tað mangan dregur,
men brátt á máli vit standa sæl,
har friðin Guð okkum gevur.

4. Men verði okkum, sum Harrin vil!
Um sárt vit gráta og móð her níga,
vár hugur stendur tó altíð til
at hitta tey, okkum bíða.

5. Um væl vit vita, vit eru smá,
og er tað lítið, vit kunnu evna,
vár sál at Guði tó eigur trá,
so fram vit syngjandi stevna.

6. Tí hann er við okkum, Harrin Guð,
á arnarveingjum hann andan sendir,
hann styrkir okkum at halda út
og deyðan frá okkum bendir.

7. Guð havi lov, hóast tunggongt er,
og skaddan døkka kann káma leiðir,
at ferðin er eingin váðaferð,
tí Harrin ferðina eigur.

8. Hann vinum sínum ei sleppa vil
á jørð, ei heldur í deyðans dali,
og stað hann hevur oss búgvið til
hjá sær í himmalsins sali.

FavoriteLoadingGoym tekstin