Tey siga mær, søgan er gomul og kend

Victor Danielsen
Orð: Daniel W. Whittle
Lag: May Whittle Moody
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: They tell me the story of Jesus is old

1. Tey siga mær, søgan er gomul og kend,
siga: Talið tó nú okkurt nýtt!
Tí orðið um krossin er ov lítið nú,
nú ið kunnskapur røkkur so vítt!

Niðurlag: Aldri gomul hon er, aldri gomul hon er,
talað øld eftir øld, talað ferð eftir ferð;
har deyði og synd hava óbrotið vald,
er søgan um Jesus ei nóg mangan tald.

2. Jú, søgan er gomul, sum sólskinið er,
men tó nýggj hvønn ein morgun sum tað;
hon kveikir sum sólin í heiminum ljós,
ger í sálunum alljósan dag.

3. Hvør lyftir hin vónleysa syndaran upp
uttan Jesus, sum leið fyri hann?
Og hvør veitir troyst í tí seinastu stund
uttan hann, sum á deyðanum vann?

4. Tí venda vit frá teimum vísu við sorg
til teirra, sum eru í neyð;
hjá teimum hin søgan ei gomul er enn
um Jesus, hans kross og hans deyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin