Tey standa og vagga og tráa

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Albert Møller
Lag 2: Jóhannus á Rógvu Joensen

1. Tey standa og vagga og tráa
á akrinum stadnandi øks
og deila hin bjartoygda dáa,
ið upp millum teirra vóks.

2. “Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð.

3. Og alla tøðuna átst tú –
og royndi at gera mein.
Og altíð so prangandi stóðst tú
– tú voldi, at vit eru sein”.

4. Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
“Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit”.

5. Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt.