Tí at barn er okkum føtt

Flóvin Tyril
Orð og lag: David J. Hadden
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: For unto us a child is born

1. Tí at barn er okkum føtt,
okkum sonur givin er,
og á øksl hans skal harraveldið hvíla.
Tí at barn er okkum føtt,
okkum sonur givin er,
og á øksl hans skal harraveldið hvíla.

Niðurlag: Hann eitur Undurfullur Gud,
Ráðgevi, Frelsari,
Veldigur Gud,
hin Ævigi Faðir,
Friðarhøvdingi,
Veldigur Gud.

2. Stórt hans harradømi gerst,
endaleysur friðurin
yvir hásæti Dávids og ríki.
Tað við rætti styðjast skal
nú og allar ævir við;
Guds álvara skal gera hetta!

3. Tí hann er hin mæti Gud,
hann er Friðarhøvdingin –
Kongur konga og Harri harra.
Øll æran veri hans
og navni hans øll dýrd
frá nú og um allar ævir!