Tí klinga hjartans streingir mær í sál

Orð: Páll Róland Poulsen
Lag: Tá tígnandi

1. Tá Gud, mín hugur undurmikil skoðar
tín megnar mátt, títt alvalds skaparverk,
tá vellir tøkkin djúpa fram og boðar –
at verja mín er kærleikshond tín sterk.

Niðurlag: Tá klinga hjartans streingir mær í sál,
teir leika lag um dýrdarstað!
Tí klinga hjartans streingir mær í sál,
teir leika himmalskt takkarlag!

2. Í upphavi tú aldi sælan tanka,
at Kristi blóð, tað skuldi bjarga mær:
Tí lætst tú vaksa træ til krossins planka,
ja, tornakrúnu við, sum Jesus bar.

3. Men Gud, tú reisti Jesus upp frá deyðum
at veita okkum rættvísi og grið,
at gera okkum rein í tínum eygum
og ævigt lív í ríki tínum við.

4. Tá tíðartáið horvið er um sýnu,
áh, Gud, kring trónuna vit prísa tær,
tá dynjar tøkkin fyri frelsu tína –
tann fagnaðarsongur ongan enda fær!

FavoriteLoadingGoym tekstin